Viðtøkur felagsins

§ 1: Navn felagsins
Navn felagsins er Felagið Blóðgevi. 
Felagið er stovnað tann 23. mai 2001.

§ 2: Heimstaður
Heimstaður felagsins er Tórshavnar kommuna.


§ 3: Endamál og virkisskrá
Felagið hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði. Somuleiðis hevur felagið til endamáls at taka sær av áhugamálunum hjá blóðgevum, herundir at umboða gevarnar mótvegis sjúkrahúsverkinum og øðrum. Felagið skal, helst í samstarvi við onnur tílík feløg í Føroyum, fáa eina tryggingarskipan í lag fyri blóðgevar. Felagið skipar fyri fundum og øðrum tiltøkum til frama fyri limirnar. Felagið skal umboða blóðgevar í øðrum feløgum so sum Bloddonorerne i Danmark og í altjóða felagsskapum fyri blóðgevar.

Felagið samstarviarvið blóðbankan á Landssjúkrahúsinum.


§ 4: Limaskapur
Øll, ið eru skrásett sum blóðgevar á Landssjúkrahúsinum, eru limir í felagnum, uttan so at viðkomandi hevur boðað felagnum frá, at hann ella hon ikki vil vera limir. 
Fyrrverandi blóðgevar kunnu eisini vera limir. Limaskapur er ókeypis, men felagið fær samsýning frá Heilsumálasráðnum fyri hvørja blóðgávu.


§ 5: Leiðsla
Felagið verður stýrt av nevnd við 5 limum. Um gjørligt skulu ein lækni og ein bioanalytikari vera nevndarlimir. Tey verða vald á aðalfundinum millum teir læknar og bioanalytikarar, sum eru á fundi. Um eingin lækni ella bioanalytikarari lata seg velja, verður nevndin mannað uttan lækna og bioanalytikara.
Á stovnandi aðalfundi verða 5 nevndarlimir valdir. Á næsta aðalfundi fara 2 nevndarlimir frá við lutakasti soleiðis, at 2 nevndarlimir standa fyri vali. Á næsta aðalfundi fara 3 nevndarlimir frá, og verða 3 nevndarlimir valdir á tí aðalfundinum. Síðan verða ávikavist 2 og 3 nevndarlimir valdir á hvørjum aðalfundi. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir.  Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni umframt kassameistara og skrivara. Nevndin heldur fund so ofta, tað er neyðugt, tó í minsta lagi 2 ferðir um árið. Nevndarfundur skal verða hildin, um formaðurin ella tveir aðrir nevndarlimir biðja um tað. Formaðurin ella í hansara fráveru næstformaðurin, standa fyri fundinum, og skrivarin førir fundarbókina, ið skal verða undirskrivað av øllum hjástøddum nevndarlimum. Á nevndarfundi verða øll mál avgjørd við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.


§ 6: Eykalimir
2 tiltakslimir verða valdir á hvørjum aðalfundi


§ 7: Aðalfundur
Aðalfundurin, ið verður hildin í Tórshavn á hvørjum ári í seinasta lagi 1. mai, er hægsti myndugleiki felagsins. Fundurin verður lýstur við í minsta lagi 1 viku og mesta lagi 14 daga fráboðan, annaðhvørt í einum føroyskum blaði ella við skrivligum fráboðan til limirnar. Ein lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur. Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, og sum ikki standa á føstu dagsskránni, skulu vera nevndini í hondum í seinasta lagi 1 viku undan aðalfundinum. Á aðalfundinum skulu hesi mál verða viðgjørd:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Frágreiðing frá nevndini. 
  3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur til góðkenningar. 
  4. Viðgerð av uppskotum frá nevnd og limum. 
  5. Val av nevnd, smb. frammanfyri § 5. 
  6. Val av grannskoðara, sum skal vera roknskaparkønt fólk.

Á aðalfundi verða øll mál avgjørd við vanligum meiriluta. Skulu viðtøkur felagsins broytast, krevst tó, at 2/3 av teimum, ið eru á aðalfundi, atkvøða fyri broytingini. Broytingar av viðtøkum skulu eisini góðkennast av Landssjúkrahúsinum. Stendur á jøvnum, tá ið atkvøtt verður á aðalfundi, fellur málið burtur.


§ 8: Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur verður hildin, um nevndin metir tað vera neyðugt ella, tá í minsta lagi 15 limir biðja um eykaaðalfund við skrivligari fráboðan til nevndina. Tann, ið biður um eykaaðalfund, skal samstundis skila til, hvørji mál ella uppskot skulu verða viðgjørd á fundinum.
Eykaaðalfundur verður fráboðaður á sama hátt sum aðalfundur og skal verða hildin í seinasta lagi 1 mánað eftir, at nevndin hevur móttikið skrivliga áheitan um fundin.


§ 9: Hvussu felagið verður bundið
Felagið verður bundið við undirskrift formansins saman við einum øðrum nevndarlimi ella av trimum nevndarlimum saman. Nevndin kann veita banka– og postgirofulltrú.


§ 10: Roknskapur og grannskoðan
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Fyrsta roknskaparár gongur frá stovnan felagsins til 31.12.2001. Tað liggur á nevndini at føra roknskap yvir inntøkur og útreiðslur felagsins samsvarandi góðum roknskaparsiði. Roknskapur felagsins skal grannskoðast av einum roknskaparkønum fólki, sum er valt á aðalfundi. Roknskapur felagsins skal sendast til Landssjúkrahúsið til kunningar, eftir at roknskapurin er góðkendur á aðalfundi.


§ 11: Avtøka felagsins
Gera umstøðurnar tað, at felagið eigur at verða avtikið, skal nevndin boða til eykaaðalfundar við avtøku felagsins á skránni. Fundurin verður fráboðaður sum vanligur aðalfundur. Atkvøða í minsta lagi ¾ av limunum, ið eru á hesum fundi fyri at taka felagið av, verður tað avtikið, og ognir felagsins verða latnar felagsskapum ella øðrum, ið arbeiða fyri somu endamálum sum felagið. Avgerð aðalfundarins skal verða góðkend av Landssjúkrahúsinum.