Blóðbankarnir:

Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
opin 08:00-15:00
tel. 304522


Rannsóknarstovan á 
Suðuroyar Sjúkrahúsi

opin 08:00-13:00
tel. 343270


Rannsóknarstovan á 
Klaksvíkar Sjúkrahúsi 

opin 08:00-14:00
tel. 454545

Spurningar og svar

Hvussu er tað at geva blóð?

At geva blóð tekur einar 5-10 minuttir, og tú merkir einki uttan eitt lítið prik.

Eftir tú hevur givið blóð, fæst tú okkurt at drekka, meðan hvílt verður í 10 minuttir.

Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.

Hvørji kunnu geva blóð?

At gerast blóðgevi krevur bert hetta: at tú ert millum 18 og 60 ár, hevur góða heilsu og er tyngri enn 50 kg.

Blóðgevar kunnu geva blóð til 65 ára aldur.

Hvørjum tørvar blóðgávu?

Blóðið verður nýtt til:

  1. Blóðtrot orsakað av medisinskum sjúkum, t.d. krabbameini.

  2. Skurðviðgerðir.

  3. Bløðingar.

  4. Skaðatilburðir. 

Hvat hendir við fyrstu vitjan í blóðbankanum?

Spurt verður um heilsustøðuna gjøgnum árini og blóðroynd verður tikin til ymsar kanningar.

Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 3 mánaðir seinni.

 Spurnarblað

Hesir eru spurningarnir fyrstu ferð tú ert í blóðbankanum.